- Tíðindi, mentan og ítróttur
Anis Amri møguliga sæddur í Ålborg
Anis Amri møguliga sæddur í Ålborg
Politiið í Norðurjyllandi hevur fingið boð um, at ein maður, sum líkist Anis Amri, yvirgangsmanninum í Berlin, møguliga er sæddur í Ålborg
23.12.2016 - 09:34
24 ára gamli tunesarin, Anis Amri, ella ein, sum líkist honum, skal vera sæddur við Eternitten í Ålborg.
Danska løgreglan hevur nógv fólk á staðnum, og heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum. - Vit taka hetta í størsta álvara, og tí hava vit sent nógv fólk á staðið, har maðurin skal vera sæddur, sigur Poul Severinsen, varapolitiinspektørur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV