- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna krígsbrotsverk í Sýria
Sostatt tekur ST fyrsta stigið at rættarsøkja tey, sum hava ábyrgdina av borgarakrígnum, sum nú hevur vart í nærum seks ár. 105 lond atkvøddu fyri og 15 ímóti. 52 atkvøddu ikki.
Serfrøðinganevndin fer at hava tætt samstarv við kanningarnevndina hjá ST, sum hevur lagt fram fleiri frágreiðingar um ræðuleikarnar í krígnum, sum hevur kravt meira enn 310.000 mannalív. Liktinstein eigur uppskotið um at skipa eitt panel at kanna krígsbrotsverk í Sýria. 58 lond taka undir við tí, teirra millum USA, Frakland, Bretland, Italia og Týskland. Russland og Kina hava fyrr verið ímóti slíkum kanningum.
Í 2014 forðaðu Russland, sum er týdningarmesti sameindi hjá Sýria, og Kina fyri at lata altjóða revsidómstólin kanna krígsbrotsgerðir í Sýria.