Helt seg síggja yvirgangsmannin úr Berlin

Helt seg síggja yvirgangsmannin úr Berlin
Ferðafólk og bilar, við ferjuni hjá Stena Line, frá Verberg til Grenaa, vórðu kannað, tí onkur helt seg hava sæð yvirgangsmannin frá Berlin umborð
Fólk hildu se hava sæð yvirgangsmannin umborð á ferju
Mynd: savn  
 
22.12.2016 - 10:30

Ferjan kom úr Varberg til Grenaa í nátt, og hvørki ferðafólk ella bilar sluppu land, fyrr enn politiið hevði kannað øll, upplýsir dagligi leiðarin hjá Stena Line í Grenaa fyri danska kringvarpinum.

Ferðafólk, sum skuldu til Varberg í nátt, vórðu eisini kannað, men løgreglan fann einki illgrunavert. Løgreglan leitaði við hundi, og ein tyrla var eisini á flogi.

Les eisini: 12 fólk doyði og 48 løsta í yvirgangi í Berlin

Týskir myndugleikar hava í fleiri mánaðir havt eyguni eftir 24 ára gamla tunesiskan manninum, Anis Amri, sum er undir illgruna fyri at hava verið upp í atsóknini, tá ein lastbilur koyrdi á eina mannamúgva á einum jólamarknaði í Berlin týskvøldið. Tað skriva fleiri týskir miðlar, sambært tíðindastovunum Reuters og AP. 12 fólk doyðu, og 48 vórðu løstað.

Hoyr eisini: Hóast væntað, kom álopið óvæntað

Anis Amri er nu eftirlýstur, og týsku myndugleikarnir lovað hundrað túsund evrur í finningarløn, tað eru umleið 750.000 krónur í okkara peningi, fyri upplýsingar, ið hava við sær, at maðurin verður tikin.

Sambært týsku miðlunum fóru myndugleikarnir at vaka yvir Anis Amri í mars mánaði í ár. Trygdarkeldur ávaraðu um, at Anis Amri eftir øllum at døma hevði ætlanir um at bróta inn eftir pengum, so hann hann kundi keypa vápn at brúka til eitt álop saman við øðrum. Tað vísti seg, at Anis Amri var uppi í handli við rúsevnum í Berlin, men eingi prógv vóru fyri, at hann ætlaði at fremja álop.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109