- Tíðindi, mentan og ítróttur
Handtiknir fyri at hava selt vápn í fimm londum
Undir løgregluatsóknini í Ljubljana legði løgreglan hald á stórar nøgdir av vápnum, hondgranatum og lóðuri.
Sambært Europol varð Darknet, - eisini kent sum frístaðið hjá brotsmonnum á internetinum, brúkt til at selja vápnini. Gjaldoyrað, sum brúkt verður, er bitcoins, - internetpengar, sum ikki knýtast til ein persón. Báðir slovensku ríkisborgararnir hava, sambært Europol, selt vápn í fimm londum, - millum annað Noregi og Svøríki. Vápnini skulu hava verða send við posti, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi ígjár.
DarkNet verður brúkt til ólógliga sølu av vápnum, rúsevnum og følskum samleikaprógvum, upplýsir slovenska løgreglan, sum í tøttum samstarvi við løgregluna í útlondum hevur eyðmerkt menninar, sum eru undir illgruna fyri at hava selt vápn. Keyparar hava verið í Fraklandi, Hollandi, Svøríki, Bretlandi og Noregi.
- Vandamiklastu vápnini eru heilt greitt hondgranatirnar og automatiskar byrsur, sigur Stojan Belsak í ovastu leiðslu hjá løgregluni við POP TV um atsóknina í slovenska høvuðsstaðnum. Belsak vísur á, at slík vápn kunnu brúkast til yvirgangsatsóknir, hóast tey ikki greitt kunnu knýta vápnasøluna beinleiðis til yvirgangsvirksemi.
Yvirgangsmenninir í álopinum í Paris, 13. november í fjør, sum drupu 130 fólk, høvdu fingið vápn frá Slovenia.