Handtikni bilførarin latin leysur

Handtikni bilførarin latin leysur
Løgreglan í Týsklandi leitar framvegis eftir bilføraranum, sum koyrdi lastbilin, sum pløgdi inn í eina mannamúgvu við ein jólamarknað í Berlin
Mynduleikarnir í Berlin halda seg hava handtikið skeivan mann
Mynd: savn  
 
21.12.2016 - 10:56

12 fólk lótu lív og 24 fingu løstir og liggja enn á sjúkrahúsi, - 14 av teimum særdu eru í lívsvanda. Men í løtuni er eingin ávísur undir illgruna fyri atsóknna.

Hoyr Bjørt Katrinardóttir Kragesteen, sum býr í Berlin, greiða frá

Einasti, sum hevur verið undir illgruna er ein 23 ára gamal pakistanskur maður, sum hevur søkt um friðskjól í Týsklandi, men hann varð latin leysur seint í gjár, tí prógvini móti honum vóru ikki nóg góð. Tað hevur elvt til stúran, nú fólk royna at fóta sær aftur eftir atsóknina - at ein drápsmaður gongur leysur í landinum. Týski innanríkisráðharrin, Thomas De Maiziére, sigur í viðmerking til leyslatingina, við ZDF, at tað kann ikki útlokast, at gerningsmaðurin framvegis gongur leysur.

Les eisini: 12 fólk doyðu og 48 løsta í yvirgangi í Berlin

Tað er ikki greitt, hví atsóknin varð framd, sigur Maiziére, men tað er eingin ivi um, at hetta var eitt álop, og kanningarfólkini arbeiða við fleiri slóðum. Yvirgangsfelagsskapurin IS, sigur á eini av propagandasíðum sínum, at ein IS-hermaður fekk íblástur at fremja atsóknina og sostatt akta boðunum frá felagsskapinum, sum heitir á muslimar um at fremja atsóknir í Vesturheiminum. Eingi tekin eru tó um, at IS hevur skipað fyri atsóknini, skrivar svt.se.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109