- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danski uttanríkisráðharrin til Føroya í januar
Danski uttanríkismálaráðharrin, Anders Samuelsen, kemur til Føroya 5. januar á fund við landsstýrismannin í uttanríkismálum, Poul Michelsen. Tí boðar uttanríkis og vinnumálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Á vitjanini í Føroyum hittir danski uttanríkisráðharrin eisini Uttanlandsnevndina, umframt at vitjanir á SEV og á Ferðaráðnum eru á skránni. Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, fer av landinum aftur seinnapartin fríggjadagin 6. januar.
Síðst í november skuldi táverðandi danski uttanríksiráðharrin, Kristian Jensen úr Vinstra, eftir ætlan koma til Føroya, men umskipanin av donsku stjórnini broytti hesa ætlanina.
Kristian Jensen fór frá sum uttanríkisráðharri, og Anders Samuelsen tók við.