- Tíðindi, mentan og ítróttur
12 fólk doyðu og 48 løsta í yvirgangi í Berlin
Lastbilurin pløgdi gjøgnum mannamúgvuna einar 50 - 80 metrar, áðrenn hann steðgaði. Tveir persónar sótu í bilinum. Annar teirra er deyður, og maðurin, sum koyrdi bilin, er handtikin.
Enn er ikki váttað, hvør maðurin er, men keldur siga við týska blaðið, Die Welt, at handtikni maðurin er úr Pakistan, og at hann kom til Týsklands sum flóttafólk í februar. Lastbilurin er helst stolin á einum byggiplássi í Pollandi. Maðurin hevur helst rænt bilin, tí ein deyður persónur lá í bilinum, og løgreglan váttar, at hann var pollendingur. Ariel Zurawaski, sum eigur lastbilin, sigur við polsku sjónvarpsrásina TVN24, at bilførarin, sum er systkinabarn hansara, skuldi koyra stál til Berlin, og at teir seinast tosaðu saman um 4-tíðina seinnapartin í gjár. Síðani bar ikki til at fáa samband við hann.
Løgreglan kannar málið sum yvirgangsmál, upplýsir løgreglan. - Okkara kanningarfólk meta, at lastbilurin koyrdi inn í mannamúgvuna á jólamarknaðinum á Breit-scheid-platz við vilja, sigur løgreglan í Berlin.
Vitni elti lastbilføraran
Eitt vitni elti mannin, ið er undir illgruna fyri at hava koyrt lastbilin inn í mannamúgvuna í Berlin í gjárkvøldið. Tað skrivar Die Welt.
Maðurin ringdi til løgregluna, og segði, at hann elti mannin, ið var farin úr førarahúsinum á lastbilinum. Maðurin elti bilføraran á einum teini uppá umleið tveir kilometrar inn í viðarlundina Tiergarten, og týska løgreglan handtók mannin við Sigursúluna, ið er skamt haðani.
Týska løgreglan hevur í morgun gjørt rannsókn í eini flóttafólkamóttøku á gamla flogvøllinum Tempelhof í Berlin eftir atsóknina í gjárkvøldið. Fleiri miðlar skriva, at maðurin, ið verður hildin at hava koyrt bilin, er flóttafólk úr antin Afganistan ella Pakistan, men tað hevur týska løgreglan ikki váttað enn. 12 fólk lótu lív og 48 vórðu særd, tá lastbilurin, sum er skrásettur í Póllandi, pløgdi gjøgnum mannamúgvuna á jólamarknaði í vestara parti av Berlin við Gedächtniskirkjuna á kendu handilsgøtuni í Berlin, Kurfürstendamm.
Bæði týska og franska løgreglan hava hert trygdina við aðrar vælvitjaðar jólamarkaðir eftir hendingina í gjárkvøldið.
Telefonupptøka hjá sjónavátta
a