- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neyðjhálp til Sýria
Tað halda løgtingsfólkini fyri Fólkaflokkin, Jørgen Niclasen, Annika Olsen, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir og Jógvan á Lakjuni. Tey hava lagt eitt broytingaruppskot til fíggjarlógina, sum fer til 3. viðgerð í tinginum í dag, har tey skjóta upp, at seta 10 milliónir krónur av til neyðhjálp í Sýra.
Kríggið í Sýria hevur nú vart í fimm ár og er vorðin ein ræðuligur marrudreymur, stendir í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Sambært hjálparfelagsskapum hava 13,5 mió. sýrar brúk fyri humaniterari hjálp, og umleið 11 mió., ella helvtin av fólkinum, eru vorðin flóttafólk.
Hjálparfelagsskapir standa í rað fyri at hjálpa, men teimum vantar pengar, skriva tey fýra løgtingsfólkini í viðmerkingunum til broytingaruppskotið.