Bumba kostar mannalív í Turkalandi

Bumba kostar mannalív í Turkalandi
Fyri aðru ferð uppá stutta tíð hevur ein bumba kosta fleiri mannalív í Turkalandi
Bumban var sambært eygnavitnum ikki í bussinum, men í einum bili, sum koyrdi framvið bussinum
Mynd: Reuters  
 
17.12.2016 - 10:07

13 turkiskir hermenn doyðu og 48 vórðu løstaðir, tá bussurin, teir sótu í, varð sprongdur í luftina í býnum Kayseri miðskeiðis í Turkalandi. 

Hetta skrivar Reuters. 

Sambært eygnavitnum, so hendi spreingin, tá ein bilur á tremur við spreingievni koyrdi framvið bussinum. 

Spreingingin hendi eina viku eftir, at 44 fólk vóru dripin í einum bumbálopi á Instanbul, sum tað verður hildið, at hernaðarligir kurdar stóðu aftanfyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109