- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gamla kirkjan á Argjum skal seljast
Sambært kirkjuráðnum er virðismetingin 4,9 mió kr.
Kirkjuráðið á Argjum er komið so langt við fyrireikingunum at byggja nýggja kirkju, at tað nú hevur biðið Tórshavnar kommunu um at vera við í fíggingini. Biðið verður um fimm milliónir til klædning og tak og fýra milliónir til uttanumøkið.
Fyrisitingin hjá kommununi mælir í fyrsta umfari til at játta fimm milliónir til klædning og tak av rhein-sinki, sum kemur undir byggilistaliga útsjónd. Samanborið verður við Vesturkirkjuna, har kommunan rindaði fyri byggilistaligu útsjóndina, sum er kopartakið á Vesturkirkjuni.
Spurningurin um fígging til uttanumøkið kann takast upp aftur seinni, tá kirkjubyggingin er komin longri áleiðis, kanska sum partur av fríðkan av býnum, sigur fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu.