- Tíðindi, mentan og ítróttur
103 miljardir krónur fyri sjónvarpsrásina Sky
Amerikansa sjónvarpsrásin, Fox, eigur nú sjónvarpsrásina, Sky.
Keypsavtalan, - sum varð kunngjørd í gjár, merkir, at 21st Century Fox rindar tilsamans 11,7 miljardir pund fyri partabrøvini, sum eru eftir í Sky PLC. Tað svarar til 103 miljardir krónur. Rupert Murdoch eigur Fox, og Fox eigur longu 39 prosent av partabrøvunum í Sky. Yvirtøkan verður tó væntandi ikki fyrr enn seint næsta ár.
Longu í 2011 royndi Fox at keypa restina av partabrøvunum í Sky, men tann tilgongdin steðgaði brádliga av gølunum um telefonavlurtingar, sum tá skakaði bretska fjølmiðlaheimin. Tá noyddist fjølmiðlakongurin, Rupert Murdoch, at rinda fleiri miljónir krónur í endurgjaldi, tí blaðið, sum hann eigur, News of the World, hevði avlurtað telefonir hjá kendum persónum,- eitt nú telefonina hjá fyrrverandi bretska varaforsætisráðharranum og sjónleikarum.
21st Century Fox eigur millum annað Fox News og FX, ið er stórt filmsstudio í Hollywood, og eitt filmsfram-leiðarafelag í Evropa. Sky hevur 22 miljónir sjónvarpshaldarar kring heimin.