- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST lýsir støðuna í Aleppo vanlukkuliga.
Fleiri fráboðanir eru komnar úr Aleppo um, at stjórnardeildir hava skotið eftir fyrsta sjúkrabilinum, sum skuldi flyta burtur særdar íbúgvar úr eysturbýnum í Aleppo.
- Tvey sjálvboðin hjá okkum hava fingið løstir av skotum frá snigskjúttum hjá sýriska stýrinum, tá tey skuldu slóða veg fyri sjúkrabilum í vesturbýnum í Aleppo, sigur Khaled Khatib í sjálvbodna hjálpabólkinum, Hvítir Hjálmar. Sambært sýriska mannarættindafelagsskapinum, SOHR, eru fyrstu bilafylgini við løstaðum longu farin úr Eystur-Aleppo yvir í vesturbýin.
Sambært AP-tíðindastovuni váttar umboð fyri sýriska herin, at alt er tilreiðar at flyta burtur sivil og uppreistrarfólk, so tey sleppa úr Aleppo tá tey vilja. - Í fyrstu atløgu er talan um 200 til 250 persónar, sum hava tørv á viðgerð. Vit hava 10 sjúkrabilar og umleið 20 bussar, sum skulu flyta fólkini gjøgnum økið, sum stjórnardeildir hava valdið á, til vesturbýin í Aleppo, sigur Ola Ulmo, sum umboðar Noreg í ReyðaKrossi í Sýria, við norska TV2. - Vit hava frætt, at skotið er eftir bilafylginum. Eg kann tó ikki vátta tað, men vit bíða eftir fráboðan frá okkara fólkum í Aleppo, sigur Ulmo.
Les eisini: ST-aðalskrivarin finst at Russlandi og Sýria
Sýriskir uppreistrarbólkar hava fyrr sagt, at hetta er nýggj roynd at flyta fólk úr Eysturaleppo, - eitt samdøgur eftir fyrru royndina, sum miseydnaðist, tí íbúgvarnir noyddust at flýggja undan nýggjum luftálopum. - Vápnahvíld er nú í Aleppo eftir samráðingar millum russarar og turkiska HálvMána. Fyrsti bólkurin av sivilum og særdum fólkum fara úr býnum nú í lýsingini í dag, sigur Yasser al Youssef, talsmaður fyri uppreistrarbólkin Nur-eddine al-Zinki. Sambært avtaluni skulu fólk í tveimum bygdum í útnyrðingspartinum av Sýria, sum uppreistrarbólkar hava valdið á, fyrst flytast burtur. Sýriskir myndugleikar og sameindu tess í Iran siga, at flytingini úr EysturAleppo byrjar, tá fólk eru farin úr hesum báðum bygdunum, sigur BBC.
Fleiri túsund fólk eru framvegis eftir í økinum, sum uppreistrarfólk hava valdið á, og ST lýsir støðuna at vera vanlukkuliga. Sýriski ReyðiKrossur sigur, at tey hava 10 sjúkrabilar standandi til reiðar fyri at taka ímóti særdum og sjúkum sivilum íbúgvum.