- Tíðindi, mentan og ítróttur
Húsarhaldsskúlin eftirlýsir játtan til nýbygging
Hon sigur, at landsstýrið boðaði fyrr í ár frá, at ætlanin er at veita stuðul til byggingina í 2018 og 2019, og at peningur verður settur av á løguætlanini hesi bæði árini.
Men ein fyritreyt fyri, at arbeiðið kann byrja í 2018, er, at skúlin verður projekteraður í 2017, og tí má Húsarhaldsskúlin fáa ið hvussu er eina hálva millión kr. næsta ár til neyðugu fyrireikingarnar, áðrenn verkætlanin verður boðin út, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri.
Treytað tilsøgn
Hon vísir á, at Klaksvíkar býráð hevur givið treytaða tilsøgn um at rinda helvtina av kostnaðinum av nýggjum húsarhaldsskúla, um landið rindar hina helvtina.
Jóhanna á Tjaldrafløtti heldur, at hetta eigur at viga tungt, tá landið sigur, at tað hevur ikki nóg mikið av peningi til allar íløgur. Eftir ætlan skal nýggi húsarhaldsskúlin í Klaksvík verða liðugur í 2019.
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin skjóta upp í sínum minnilutáliti til fíggjarlógina at játta eina hálva millión krónur at fyrireika bygging av nýggjum húsarhaldsskúla í Klaksvík.