Tillerson verður uttanríkisráðharri

Tillerson verður uttanríkisráðharri
Nýggi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur tilnevnd stjóran í oljufyritøkuni ExxonMobil, Rex Tillerson, uttanríkisráðharra í nýggju stjórnini.
 
13.12.2016 - 16:28

- Rex Tillerson er ímyndin av amerikanska dreyminum. Hann er treiskur og hevur drúgvar royndir, og tað at hann skilir so væl geopolitisk viðurskifti, ger, at hann verður ein framúr góður uttanríkisráðharri, segði Donald Trump, tá hann hevði tilnevnt Tillerson uttanríkisráðharra.

Oddamaður í stórari fyritøku

ExxonMobile, har Tillerson er stjóri, er ein av heimsins størstu fyritøkum.

64 ára gamli Tillerson er m.a. kendur fyri síni góðu handilssambond við russiska forsetan, Vladimir Putin. Hann er fyri fríhandli og heldur, at USA eigur at hava nógva hermegi í Miðeystri.

Rex Tillerson hevur eisini verið ímóti tiltøkunum, sum altjóða samfelagið hevur sett í verk móti á Putin.

Ivast í setanini

Júst tí hava bæði republikanarar og demokratar sagt seg ivast í, um Tillerson er rætti maðurin at vera uttanríkisráðharri.

Millum teirra, sum ivast, er republikanski senatorurin, John McCain, sum tapti fyri Barack Obama á forsetavalinum í 2008. 

USA og Russland eru ósamd í fleiri málum, m.a. um Sýria og Ukraina.

Fleiri vóru upp á tal

Í valstriðnum upp undir forsetavalið í heyst styðjaði Tillerson ikki Donald Trump, men Jeb Bush. 

Aðrir persónar hava eisini verið nevndir sum evni at gerast uttanríkisráðharri.

Teirra millum var Mitt Romney, sum var forsetavalevni hjá republikanarunum á forsetavalinum í 2012. 

Donald Trump tilnevnir ráðharrarnar í stjórnina, men Senatið skal fyrst góðkenna ráðharrarnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109