- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST-aðalskrivarin finst at Russlandi og Sýria
Fólk, sum stødd í Aleppo, hava boðað frá ræðuleikum seinastu dagarnar, tí álopini á uppreistrarbólkar eru herd nógv, uttan at fyrilit yvirhøvur verða tikin at verja sivilfólk, børn ella kvinnur.
Ein amerikanskur diplomatur sigur við BBC, at í minsta lagi 50.000 fólk støðugt eru undir bumbuálopum, tí Russland og Sýria sýta fyri at stegða álopunum, so sivilfólk sleppa burtur, ella at veita løstaðum hjálp.
Eisini Jan Egeland, serligi mannarættindaráðgevin hjá ST, hevur fremstafingur á lofti og sigur, at Sýria og Russland nú einsamøll hava ábyrgdina fyri ræðuleikunum í Aleppo.
Sýriskar stjórnardeildir hava við russiskari hjálp seinasta mánaðin vunnið aftur meiri enn 90 prosent av økinum í Aleppo, sum uppreistrarbólkar hava havt valdið á.
Sambært almennum tølum frá Assad forseta, hava 550 sivilfólk og 360 uppreistrarfólk hava latið lív í Aleppó seinasta mánaðin, men keldur hjá BBC vilja vera við, at veruliga talið á deyðum í Aleppo er nógv størri.