Fíggjarmálaráðið ger ikki meira við Søvn landsins

Fíggjarmálaráðið ger ikki meira við Søvn landsins
Frágreiðing er skrivað, men leiðslueginleikar stjórans eru ikki viðgjørdir, siga starvsfólkini, ið kærdu um viðurskiftini á stovninum.
Mynd: Savnsmynd  
 
11.12.2016 - 14:16

 

Fíggjarmálaráðið ger ikki meira við málið um Søvn landsins og stjóran har. Tað hava tey seks starvsfólkini fingið at vita, sum kærdu um viðurskiftini á stovninum og um leiðsluevni stjórans.

Fíggjarmálaráðið hevur sostatt sent Løgmansskrivstovuni málið aftur. Haðani kom tað, tí Mentamálaráðið av ógegni ikki kundi viðgera tað. Aðalstjórin í Mentamálaráðnum og stjórin á Søvnum landsins eru svágrar.

Hetta ógegni í Mentamálaráðnum skal loysast, sigur Fíggjarmálaráðið í skrivi til tey seks starvsfólkini, sum kærdu.

Vóna, at trupulleikarnir verða tiknir í álvara

Fíggjarmálaráðið letur Løgmansskrivstovuni málið aftur saman við eini frágreiðing um Søvn Landsins og eftirmeting av samanleggingini, sum Jóan Pauli Joensen, professari, varð biðin um at skriva.

Men teir grundleggjandi trupulleikarnir - eginleikar stjórans og viðferð hansara av starvsfólki - verða ikki viðgjørdir í frágreiðingini, siga tey seks starvsfólkini, sum tíðliga í ár sendu Mentamálaráðnum kæruna.

- Vit vóna framvegis, at hesir trupulleikar verða tiknir í álvara og loystir. Hetta er avgerandi fyritreyt fyri, at samanleggingin kann eydnast, hava tey seks boðað frá í skrivi til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, eftir at Fíggjarmálaráðið hevði sent teimum frágreiðingina hjá Jóan Paula Joensen.

Tá Fíggjarmálaráðið ikki ger meira, merkir tað, at Løgmansskrivstovan hevur fingið málið aftur, men enn er ikki greitt, hvat henda skal, ella hvør loysnin verður á trupulleikunum, sum starvsfólkið í kæruni hevur víst á.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946