- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bumbuálop á løgreglufólk í Istanbul
38 fólk hava latið lív og enn fleiri eru løstað í einum bumbuálopi á løgreglufólk uttan fyri eitt fótbóltsstadion í størsta turkiska býnum, Istanbul, í gjárkvøldið.
30 av teimum, ið hava latið lív, eru løgreglufólk. 155 fólk verða viðgjørd á sjúkrahúsi, og 14 teirra eru í lívsvanda, verður sagt.
Ein maður í bumbuvesti rendi við bili sínum á ein politibil uttanfyri stadionøkið hjá fótbóltsfelagnum Besiktas tveir tímar aftaná, at ein dystur hevði verið har.
Turkiska stjórnin sigur fyribils kanningar benda á, at tað er hernaðarligi vongurin hjá kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK, ið stendur aftan fyri álopini. Tíggju fólk eru tikin, verður sagt.
Ein røð av bumbuálopum hava verið í Turkalandi í ár. Og tá tað ikki hevur verið PKK, er Islamski staturin lagdur undir at hava framt bumbuálopini.