- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suðurkorea rættarsøkir forsetan
Suðurkorea rættarsøkir forsetan
Tjóðartingið í Suðurkorea hevur samtykt at reisa ákæru móti Park Geun-hye, forseta fyri korruptión
Mynd: Savnsmynd/AP
09.12.2016 - 08:59
234 tinglimir í Suðurkorea atkvøddu fyri, 56 ímóti, so fleiri tinglimir úr flokkinum hjá forsetanum atkvøddu eisini fyri ákæruni.
Allar heimildirnar hjá forsetanum í Suðurkorea verða nú fluttar til landsins forsætisráðharra, skrivar BBC.
Politiska gølan hevur elvt til stór mótmæli, og túsundtals fólk hava verið úti á gøtunum við kravi um, at forsetin í landinum skuldi koyrast frá valdinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV