Háskúlin biður um pengar

Háskúlin biður um pengar
Føroya fólkaháskúli hevur síni 30 prosent og hevur biðið Fíggjarnevndina um hini 70 prosentini til at umvæla næmingarúmini
Háskúlin hevur biðið um pening, so næmingarúmini á skúlanum kunnu umvælast
 
09.12.2016 - 08:20

Ætlanin er at umvæla rúmini hjá næmingunum fyri eina millión og góðar 640.000 krónur. Háskúlin hevur fingið 400.000 krónur í gávu frá ungmannafelagnum Merkinum og kann læna 92.000 krónur.

Hetta geva 30 prosent, sum eru partur skúlans av umvælingum. Fíggjarnevndin er biðin um at lata 70 prosent, sum eru landsins partur, eina millión og 160.000 krónur.

Gávan frá Merkinum er markað til at umvæla næmingadeildina. Gentulonin á Háskúlanum er frá 1961 og dreingjalonin frá 1953.

Einki er gjørt við tær seinastu 20-30 árini, og tær eru sera ótíðarhóskandi, sigur Landsverk, sum hevur gjørt eina kostnaðarmeting um umvælingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512
Leygardag 18. januar
Taradrotningin - teknmálstulkað
186508