- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grundleggjandi trupulleikar ikki viðgjørdir
Grundleggjandi trupulleikarnir á Søvnum Landsins eru ikki viðgjørdir í teirri eftirmeting av Søvnum Landsins, sum Jóan Pauli Joensen, professari, hevur gjørt í einum áliti, Fíggjarmálaráðið hevur biðið um.
Tað siga tey seks starvsfólkini, sum tíðliga í ár sendu Mentamálaráðnum eina klagu um stjóran á Søvnum Landsins, um leiðsluevni hansara og samanleggingartilgongdina.
Gegnistrupulleikar gjørdu, at málið varð latið Fíggjarmálaráðnum at viðgera. Aðalstjórin í Mentamálaráðnum og stjórin á Søvnum Landsins eru svágrar.
SÍ EISINI Eftirmeting: Samanleggingin ikki væleydnað
Tey seks starvsfólkini siga í skrivi til Fíggjarmálaráðið, at tey staðfesta, at teir grundleggjandi trupulleikarnir, sum tey vístu á, hvørki eru viðgjørdir í álitinum ella nevndir í skrivinum frá Fíggjarmálaráðnum.
Grundleggjandi trupulleikarnir, siga starvsfólkini á Søvnum Landsins, eru eginleikarnir hjá stjóranum og viðferð hansara av starvsfólki.
- Vit vóna framvegis, at hesir trupulleikar verða tiknir í álvara og loystir. Hetta er avgerandi fyritreyt fyri, at samanleggingin kann eydnast, siga tey seks í skrivinum til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.
SÍ EISINI - Veruleikin sær øðrvísi út
Tey fegnast tó um, at Fíggjarmálaráðið staðfestir, at álvarsligir trupulleikar hava verið - og framvegis eru - í samanleggingini av Søvnum Landsins. Ikki minst at gegnistrupulleikin ímillum aðalstjóran í Mentamálaráðnum og stjóran á Søvnum Landsins skal loysast sum skjótast.
Tá tosað verður um gegni, hevur frágreiðingin hjá Jóan Paula Joensen eisini síni lýti, halda tey seks starvsfólkini.
- Tað er kent, siga tey, at Andras Mortensen og Jóan Pauli Joensen eru sera væl, og at hetta tí kundi koma at ávirka eftirmetingina, ið nú er gjørd.
SÍ EISINI Mentamálaráðið ikki svikið stovnin
Jóan Pauli Joensen, ið hevur gjørt álit um viðurskiftini á stovninum, nevnir sjálvur trupulleikan við møguligum ógegni í innganginum.
- Vit høvdu vónað, at Jóan Pauli Joensen vildi vera førur fyri ikki at lata næru viðurskiftini við Andras Mortensen ávirka kanning sína.
- Tíverri mugu vit ásanna, at Jóan Pauli Joensen ikki hevur megnað at hevja seg upp um hetta og skriva eina objektiva frágreiðing, siga starvsfókini.
SÍ EISINI Niðurstøðan um savnsstjóran á veg
- Har kendir og lýstir tvídráttir eru, er tað í høvuðsheitum útgávan hjá stjóranum, ið fær undirtøku og verður endurgivin í álitinum, siga tey.
- Í nógvum førum kenna vit okkum ikki aftur í álitinum, siga tey seks starvsfólkini hjá Søvnum Landsins.
Tey siga seg eisini vilja afturvísa uppáhaldum, nevnd í álitinum, at tey hava verið ímóti samanleggingini í Søvnum Landsins, og siga seg ynskja, at samanleggingin verður so væleydnað, sum til ber.