Lógin um barnafrádrátt broytast

Lógin um barnafrádrátt broytast
Tað skal ikki longur bera til at fáa barnafrádrátt í tveimum londum. Skattalógin verður nú broytt
Skattalógin verður broytt, so tað ikki fer at bera til at fáa barnafrádrátt í fleiri londum
 
07.12.2016 - 09:53

Løgtingið fer nú fríggjadagin at gera av við møguleikan at fáa barnafrádrátt í tveimum londum. 

Skattalógin verður broytt, so barnafrádráttur bara verður latin, um barnið antin býr í Føroyum ella foreldrini í sambandi við útbúgving uttanlands framvegis hava fulla skattskyldu í Føroyum. 

Hetta verður gjørt fyri at forða fyri, at foreldur við felags foreldramyndugleika, men har annað býr uttanlands við barninum, fáa barnastyrk bæði í Føroyum og uttanlands fyri sama barnið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV