- Tíðindi, mentan og ítróttur
Væl meira inn í skatti
Væl meira inn í skatti
Vágs kommuna hevur higartil í ár fingið væl meira inn í persónsskatti enn í 2015, hóast kommunuskatturin lækkaði hálvt prosentstig á nýggjárinum
06.12.2016 - 09:47
Vágs kommuna hevur higartil í ár fingið 38,6 milliónir krónur inn í persónsskatti. Tað eru 3,25 milliónir meira enn sama tíðarskeið í 2015.
Vøksturin í tíðarskeiðnum er 9,2 prosent, skrivar Suðurrás. Í fíggjarætlanini fyri 2016 vórðu inntøkurnar mettar til 38 milliónir krónur.
Nú árið nærkast endanum metir Vágs kommuna, at inntøkurnar frá persónsskatti fara upp um 42 milliónir krónur til samans.
Kommunuskatturin í Vágs kommunu lækkaði 1. januar í ár 0,45 prosentstig, úr 22,95 prosentum niður í 22,50 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV