- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hálv millión fólk rikin frá húsum
Bara hetta seinasta árið hava turkiskir myndugleikar, sambært nýggjari frágreiðing, rikið burtur meira enn hálva millión fólk frá húsi og heimi í landssynningspartinum í Turkalandi.
Tað sigur Amnesty International í frágreiðing, sum verður almannakunngjørd í dag, týsdag. Tað skrivar týska tíðindastovan, DPA.
Ein býur meint raktur
Fólk er noydd úr húsum sínum við valdi, sum partur av kollektivari revsing. Í frágreiðingini verður serligur dentur lagdur á býarpartin Sur í kurdiska býnum Diyarbakır.
Bara í Sur eru 24.000 fólk farin frá húsi og heimi seinasta árið. Orsøkin er í mestan mun, at tey høvdu útgonguforboð, sum myndugleikarnir høvdu sett í verk, metir frágreiðingin.
Nógvir samanbrestir hava verið millum forbodna Kurdiska Arbeiðaraflokkin, PKK, og turkiskar stjórnardeildir síðani 2015, tá tvey ára langa vápnahvíldin varð brotin.
Menniskjarættindi í vanda
Í mars í ár ognartóku turkiskir myndugleikar meginpartin av jørðini í Sur, stendur í frágreiðingini. Samstundis eru rættindini hjá fólkum, ið eru rikin á dyr at venda heimaftur, í stórum vanda.
Fólkini eru í vanda orsakað av útgonguforboði, oyðiløgdum infrastrukturi og at hús og bygningar eru rivin niður, skrivar Amnesty International.
Felagsskapurin, Amnesty International, heitir tí inniliga á myndugleikarnar í Turkalandi um at strika útgonguforboðið í stundini.