- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stóðu royndina
Tað vísir seinasta PISA-kanningin, sum var løgd fram fyrrapartin. Føroyar eru - eins og í undanfarnum PISA-kanningum - aftan fyri hini Norðurlondini.
Men Føroyar eru eisini einasta Norðurlandið, sum hevur havt framgongd, hvørja ferð PISA-kanningar hava verið gjørdar.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fegnaðist um úrslitið, sum varð kunngjørt á tíðindafundi í Mentamálaráðnum fyrrapartin.
Størstu framgongd í lesing
Framgongdin kemur av, at teir veikastu næmingarnir eru vorðnir fakliga sterkari, og tað eru hesir, sum hála miðaltalið upp.
Sambært kanningini er støddfrøði tað økið, Føroyar klárar seg best í, men størsta framgongdin er í lesing. Náttúruvísindi er enn økið, har føroyskir næmingar hava vánaligasta úrslitið.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum sigur, at PISA kanningin skal brúkast at kanna, hvussu vit framhaldandi fáa framgongd.