Danir rós í nýggjari PISA-kanning

Danir rós í nýggjari PISA-kanning
Danskir skúlanæmingar eru oman fyri miðal í nýggjastu PISA-kanningini, sum eisini vísir, at sosiali arvurin hevur minni at siga enn higartil mett
Skúlanæmingar í Danmark fáa, saman við næmingum í Kanada, Hong Kong og Macao (Kina), rós í nýggjastu PISA-kanningini. Donsku næmingarnir eru á fyrsta sinni oman fyri miðjuna
 
06.12.2016 - 10:51

Fólkaskúlanæmingar í Danmark eru á fyrsta sinni oman fyri miðal í lesing, støddfrøði og náttúrufakum millum tey 35 OECD-limalondini.

Tað er niðurstøðan í nýggjastu PISA-kanningunum, sum verða kunngjørdar í dag. Donsku úrslitini eru júst kunngjørd, skrivar Berlingske.

Danmark fær í nýggju kanningini, PISA 2015, rós fyri góð úrslit og eina javnt góða skúlaskipan. Tað fáa sama fáa Kanada, Hong Kong og Macao (Kina) eisini.

Sosiali arvurin minni at siga

Negativi, sosiali arvurin, sum higartil hevur merkt úrslitið hjá nøkrum næmingum, er nú ikki so tyngjandi fyri góðu úrslitini hjá einstøku næmingunum.

Munur er tó á næmingum, sum eru føddir í Danmark, og innflytarum. Í donsku PISA-kanningini svarar tann munurin hjá børnunum til eitt heilt skúlaár.

PISA-kanningar verða gjørdar triðja hvørt ár. Til samans 7.161 skúlanæmingar í 331 ymiskum skúlum í Danmark luttóku í PISA 2015-kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV