- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjóða dønum atgongd
ES-nevndin bjóðar nú Danmark til tættari samstarv um løgregluskipanina, Europol, sum Danmark ikki hevur atgongd til.
Tað skal kunna gerast við einum samskiftisovasta, og talan er um eitt heldur tættari samstarv enn eitt nú Noreg hevur, skrivar tv2.dk
Betri skipan enn í Noregi
Samskiftisovastin, ið skal starvast hjá Europol, skal kunna leita eftir upplýsingum í skipanini hjá Europol, tá Danmark hevur tørv á tí.
Skipanin, sum Danmark nú stendur í boði, er heldur betri enn skipanin sum Noreg hevur, tí Noreg má biðja um loyvi at sleppa í skipanina hjá Europol, hvørja ferð tørvur er á tí, og tað kann taka upp í nakrar dagar at fáa eitt slíkt loyvi.
Danir vrakaðu í desember í fjør á eini fólkaatkvøðu, at fara undir tættari tilknýti til ES, sum millum annað hevði havt við sær, at danska løgreglan hevði havt beinleiðis atgongd til skipanina hjá Europol.
SÍ EISINI Europol: Brotsverk løna seg
Síðani tá hevur danska stjórnin samráðst við ES um eina aðra skipan, so tætt samstarv kann vera við løgregluna í ES.
Í 2014 nýtti danska løgreglan skipanina hjá Europol 72.000 ferðir, umleið 200 ferðir um dagin, so europeiska løgreglusamstarvið hevur stóran týdning fyri donsku løgregluna.
Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri, hevur boðið øllum teimum donsku flokkunum á fund í morgin um málið.