- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommandørhúsini verða gistingarhús
Landsstýrið hevur selt Kommandørhúsini Yviri við Strond í Havn fyri 4 milliónir og 450.000 kr., 50.000 kr. oman fyri prísin, sum landsstýrið vildi hava.
Havgrímur Johannesen, handilsmaður, læt stóru húsini byggja fyrst í fimmtiárunum.
Stutt eftir yvirtók danski staturin húsini, og gjørdi tey til bústað hjá kommandørinum hjá Færøernes Kommando.
Tá Færøernes Kommando varð niðurløgd, fekk landsstýrið húsini fyri einki, tó við teirri treyt, at danski staturin skuldi fáa helvtina av søluupphæddini, vórðu tey seld fyri 2018.
Sostatt fær danski staturin helvtina av søluprísinum.
Jóhan og Ingrid í Niðristovu hava keypt Kommandørhúsini, og eftir ætlan skulu til byggjast um til gistingarhús.