Ísland rakar botnin

Ísland rakar botnin
Ongastaðni í nøkrum landi, sum er limur í OECD, er so fáar íløgur í heilusverkið, sum í Íslandi og Meksiko
Tað stendur ikki væl til í íslendska heilsuverkinum, sum rakar botnin saman við Meksiko
Mynd: Savnsmynd/ruv.is  
 
05.12.2016 - 15:58

Ísland liggur langt aftanfyri onnur Norðurlond, tá talan er um at gera íløgur í heilsuverkið. Svøríki liggur í hinum endanum í toppinum. 

Tað vísir ein nýggj kanning, sum OECD, búskaparstovnurin hjá ST, hevur gjørt, og sum varð kunngjørd herfyri.

Í 2014 brúktu íslendingar 8,9 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til heilsuverkið. Onnur lond í norði brúktu úr 9,3 upp í 11,2 prosent til heilsuverkið tað árið.

Íløgurnar lítið broyttar

Í miðal brúkti ES-samveldið 10 prosent av bruttutjóðarúrtøkuni til heilsuverkið fyrraárið, í 2014.

Leggjast skal til merkis, at íløgur í heilsuverkið er lítið broyttar síðani 2010, tá tær vóru 8,8 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Tí varð eisini hildið, at talið fór at liggja har á leið.

- Eg haldi, at fólk mugu finna ein máta at býta køkuna soleiðis, at størri partur og sostatt fleiri pengar verða játtaðir heilsuverkinum, sigur stjórin á Landspítalinum, Páll Matthíasson. 

Brúktu sjúkrahúsverkið sum valagn

- Ongastaðni er Ísland í verri støðu, tá vit samanbera okkum við heilsuverkið í OECD-londunum, enn tá talan er um at gera íløgur í heilsuverkið. Vit liggja niðast saman við Meksiko.

Tað sigur stjórin á Landspítalinum. Undan valinum í Íslandi 29. oktober, tosaðu øll valevni um, hvussu neyðugt tað var at hækka játtanina til heilsuverkið.

Tí heldur íslendski sjúkrahússtjórin, at vón er fyri framman. Hægri játtan má til, og tað ljóðar, sum um hvør einasti politikkari er samdur, sigur Páll Matthíasson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109