- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES fegnast um valúrslit
Nývaldi eysturríkski forsetin, Alexander Van der Bellen, sigur, at orsøkin til at hann vann valið ímóti tí høgravenda Norbert Hofer, kom av, at veljararnir tóku undir við hansara boðskapi um frælsi, at fólk eru eins og samanhaldi.
Bellen sigur seg fara at royna at savna landið, sum mestsum er í tvíningum í spurninginum um flóttafólk og í spurninginum um Europeiska Samveldið.
SÍ EISINI Hofer viðgongur at hava tapt forsetavalið
Van der Bellen er limur í Grøna flokkinum í Eysturríki, men hann stillaði upp til forsetavalið sum sjálvstøðugt valevni.
Roknað varð við, at valið fór at gerast meira spennandi enn tað gjørdist, og valhølini høvdu ikki meir enn latið aftur, tá Norbert Hofer boðaði frá, at hann hevði tapt.
Val var eisini í mai
Fyrstu kanningarnar vístu, at Alexander Van der Bellen fekk 53,6 prosent og Norbert Hofer 46,4 prosent av atkvøðunum.
Forsetin í Europatinginum, Martin Schulz, hevur ynskt Van der Bellen tillukku við valinum. Hann sigur samstundis, at úrslitið gjørdist ein ósigur fyri tey sum sáða iva um eitt sameint Evropa.
Forsetaval var eisini í Eysturríki í mai, og tá vóru valevnini tey somu, og tað stóð mestsum á jøvnum. Av tí at nakrar brævatkvøður vórðu lætnar upp ov tíðliga, gjørdi grundlógardómstólurin av, at nýtt forsetaval skuldi vera.