- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tømdist fyri brennievni
Tað vísa upptøkur av samrøðuni við flogferðsluleiðaran, sum útvarpsrásin, W Radio, hevur fingið hendur á.
Upptøkan vísir, at flogskiparin fleiri ferðir bað um loyvi at lenda, orsakað av totalum elektriskum breki og at tangin við brennievni var tómur.
Upptøkan vísir eisini, at flogleiðarin gav flogskiparanum leiðbeiningar, meðan flogfarið áhaldandi missir ferð og hædd. Beint áðrenn alt gerst kvirt, upplýsir flogskiparin, at flogfarið er í 9.000 fóta hædd.
SÍ EISINI Flogvanlukka í Kolumbia: 76 deyð, fimm á lívi
Útvarpsrásin sigur einki um, hvussu útvarpsrásin hevur fingið upptøkuna. Ferðafólkaflogfarið datt niður seint mánakvøldið í Andesfjøllunum, umleið 50 kilometrar frá Medellin í Kolumbia.
Millum ferðafólkini var brasilska fótbóltsliðið, Chapecoense, sum skuldi spæla fyrra av tveimum finaludystum í kappingini Copa Sudamericana móti kolumbiska Atlético Nacional í Medellin.
71 fólk lótu lív í flogvanlukkuni í Kolumbia, meðan tríggir fótbóltsleikarar, ein journalistur og tvey av manningini sluppu við lívinum.