Sankta Frans skúli nýggjan stjóra

Sankta Frans skúli nýggjan stjóra
Sankta Frans skúli í Havn skal hava nýggjan stjóra. Seinastu árini hevur Selmar Jacobsen verið skúlastjóri
Næmingar og lærarar í Sankta Frans skúlanum í Havn fáa nýggjan stjóra 1. februar 2017
 
30.11.2016 - 08:24

Í Sankta Frans skúla ganga 314 næmingar í sjey árgangum, og 21 lærar eru í føstum starvi. Skúlin hevur eisini forskúla við tveimum forskúlaflokkum. 

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum og leiðsluroyndir. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava útbúgving ella skeið í leiðslu, sigur Mentamálaráðið.

Starvið er lønt í 36. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið. Freistin at søkja starvið er 20. desember, og starvið verður sett frá 1. februar í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV