- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tekniskt brek seinkar siglingini
Snyril fór ikki av Havnini klokkan 13 í dag, sum strandfaraskipið annars skuldi sambært ferðaætlanini. Skipið hevur ligið við bryggju í Havn.
- Eitt brek á á eini pumpu høvuðsmotorarnar var farin, so teir riggaðu ikki, sum teir skuldu, sigur Niels Harald Michelsen, skipari.
Tað tók sína tíð at skifta pumpuna, men nú eru bæði ferðafólk og bilar komnir umborð á strandfaraskipið, sigur skiparin á Smyrli.
Sigla túrarnar forskotnar
Í løtuni riggar manningin til at fara av Havnini, meira enn tveir tímar seinni enn ætlað, segði hann við útvarpið í tíðindunum klokkan 15.
- Vit fara at royna at sigla báðar túrarnar, sum vit annars skuldu, men teir verða sigldir forskotnir, sigur Niels Harald Michelsen.
Smyril fer tískil av Tvøroyri aftur klokkan 17:30 og aftur av Havnini í kvøld umleið 20:30, sigur skiparin á Smyrli við útvarpið.