- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reiðarafelagið undrast
Tað er bæði undranarvert og ikki sørt ørkymlandi, at samstundis sum privati handilsflotin fær álagt alskyns umhvørviskrøv, fáa skip hjá tí almenna lagaligari treytir.
Tað sigur Reiðarafelagið fyri Farmaskip í hoyringarsvari, nú Heilsu- og innlendismálaráðið ætlar at broyta kunngerðina um kloakkvatn frá skipum.
SÍ EISINI Linari krøv til strandfaraskipini
Kunngerðin er frá 2005. Krøvini til skip í innanoyggja rutusigling verða gjørd linari, so tey kunnu sleppa skitna vatninum á sjógv.
Orsøkin er, at umhvørviseftirlitið hjá Vørn er komið eftir, at fleiri strandfaraskip hava ikki kravdu útgerðina at viðgera kloakkvatn soleiðis sum altjóða krøv siga.
Strandfaraskipini skulu hava undantak
Samferðslumálaráðið hevur tí spurt Heilsu- og innlendismálaráðið, um ikki ber til at geva strandfaraskipunum undantak frá krøvunum í kunngerðini um burturbeining av kloakkspillvatni frá skipum.
Heilsu- og innlendismálaráðið heldur ikki, at undantakið fær stórvegis avleiðingar fyri umhvørvið. Nøgdin er avmarkað og strandfaraskipini tøma kloakkvatnið har tað verður ført burtur við streyminum.
Tá skal skipið tó vera í minsta lagi hálvan fjórðing úr landi. Altjóða sáttmálin um kloakkvatn frá skipum loyvir londum at gera linari reglur fyri skip, sum ikki eru í altjóða sigling.