- Tíðindi, mentan og ítróttur
Metnógv flóttafólk um havið
Talið á flóttafólkum og tilflytarum, sum eru komin um Miðjarðarhavið úr Norðurafrika til Italia, hevur aftur sett met.
Italska innanríkisráðið upplýsir, at higartil í ár eru fleiri enn 171.000 flóttafólk og tilflytarar komin til Italia.
1.400 fólk bjargað mánadagin
Metið frammanundan varð sett í fyrraárið, tá var talið 170.000. Eingi tekin er um, at færri flóttafólk og tilflytarar ætla sær til Evropa úr Norðurafrika.
Bara í gjár skrásetti italska sjóverjan umleið 1400 fólk, sum vórðu bjargað úr gummibátum, ið vóru um at søkka.
ST sigur, at ferðin um Miðjarðarhavið í ár hevur kravt umleið 4.700 mannalív. Hesi flóttafólkini eru annaðhvørt druknað, ella eru ikki komin afturíaftur.