- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogvanlukka í Kolumbia: 71 deyð, seks á lívi
Eitt flogfar er dottið niður í Kolombia tíðliga í morgun okkara tíð. Til samans vóru 77 fólk við flogfarinum, sum er dottið niður.
Myndugleikarnir siga sambært bretska kringvarpinum, BBC, at hildið verður, at seks fólk eru sloppin frá vanlukkuni við lívinum.
Flogfarið, ið er líka sum gomlu flogførini hjá Atlantic Airways, fleyg í kring nærhendis flogvøllinum, har tað skuldi lenda, áðrenn tað datt niður.
Greinin heldur fram niðanfyri
Radar shows final moments of flight carrying Brazil's Chapecoense soccer club as it circled near Medellin Airport. https://t.co/EzTPq3MjKZ pic.twitter.com/BqbyO48457
— ABC News (@ABC) November 29, 2016
Millum tey ferðandi var eitt fótbóltslið frá bestu deildini í Brasilia við fylgi. Liðið eitur Chapecoense Real, og spælararnir skuldu til kapping í Kolombia.
Flogfarið, eitt British Aerospace 146, datt niður í einum fjallalendi miðskeiðis í Kolumbia stutt fyri midnátt lokala tíð, tíðliga í morgun okkara tíð.
Floghavnin í Medellin hevur upplýst á Twitter, at tey royna at veita so nógva neyð- og bjargingarhjálp sum gjørligt.
Greinin heldur fram niðanfyri
VIDEO: 76 people dead in Colombia plane crash. https://t.co/4IBSpOCbUx
— The Associated Press (@AP) November 29, 2016
Sambært tíðindaskrivi frá flogvøllinum í Medellin vóru tekniskir trupulleikar í torninum á flogvøllinum.
Veðrið er ikki gott á leiðini, og tí ber ikki til hjá bjargingarliðum at koma fram við tyrlu ella flogfari, men bara yvir land. Harafturat er eisini myrkt.
- Hetta er øgiligur sorgarleikur, sigur borgmeistarin í Medellin, Frederico Gutierrez, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau.