- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark dýrasta ES-landið
Húsarhald í Danmark gjalda 29,3 prosent av samlaðu inntøkuni til fastar útreiðslur sum húsaleigu, vatn, el og hita, skrivar tíðindastovan, Ritzau.
Tað ger eisini Danmark til tað lutfalsliga dýrasta ES-landið av liva í, vísa tøl hjá Eurostat, hagtalsstovninum hjá ES-londunum.
Malta í hinum endanum
Føstu útreiðslurnar hjá dønum dýrka eisini við tíðini, um føstu útreiðslurnar verða samanbornar við vaksandi lønirnar hjá dønum.
Í 2005 brúktu danskar familjur 26,3 prosent av tiltøkupeninginum til fastar útreiðslur, nú brúka tey 29,3 prosent. Hækkingin er trý prosentstig.
Í hinum endanum er Malta, ið er bíligasta ES-landið at liva í. Har brúka fólk bara 10,1 prosent av tiltøkupeninginum til húsaleigu, vatn, el og hita.