Vilja raðfesta uppbyggjandi samstarv

Vilja raðfesta uppbyggjandi samstarv
Danir vilja hava eitt konstruktivt samstarv við Føroyar, sigur umskipaða danska stjórnin í samgonguskjalinum
Umskipaða danska stjórnin sigur í samgonguskjalinum, at hon ætlar at taka Føroyar og Grønland við uppá ráð í viðurskifti, ið hava føroyskan ella grønlendskan áhuga
 
28.11.2016 - 08:21

Umskipaða danska stjórnin sigur í samgonguskjalinum, at hon ætlar at taka Føroyar og Grønland við uppá ráð í viðurskifti, ið hava føroyskan ella grønlendskan áhuga.

- Vit vilja hava eitt konstruktivt samstarv við Føroyar og Grønland, skrivar danska stjórnin í samgonguskjalinum.

Brexit nevnt í samgonguskjali

Í samband við samráðingar, ið kunnu hava føroyska ella grønlendskan áhuga, skrivar danska stjórnin:

"Vi vil i forbindelse med større forligsforhandlinger i relevant omfang have særskilte drøftelser med medlemmer af Folketinget fra Færøerne og Grønland."

Eisini sigur stjórnin seg vilja hava tættan dialog við Føroyar og Grønland um Brexit, og sigur seg leggja dent á, at atlit verða tikin til áhugamálini hjá øllum ríkinum í samráðingunum.

Búskaparligu avbjóðingarnar nevndar

Tá tað ræður um artisk viðurskifti, sigur stjórnin í samgonguskjalinum: "Vi prioriterer et tæt samarbejde i rigsfællesskabet om Arktis og om vores internationale arbejde i blandt andet Arktisk Råd."

Um fíggjarligu gongdina, skrivar danska stjórnin: "Konjunkturerne er aktuelt gode på Færøerne og i Grønland, men der er fortsat store uløste udfordringer på lidt længere sigt."

"Vi er positive over for at samarbejde om administrativ bistand, herunder i forhold til økonomiske reformer, såfremt Færøerne og Grønland ønsker det," sigur stjórnin.

Nýggju ráðharrarnir kunngjørdir í morgun

Umskipaða stjórnin sigur seg vilja raðfesta dagføringina av lógum fyri Føroyar og Grønland, ið Danmark hevur ábyrgdina av:

"Og vi vil arbejde for en standard på danske ansvarsområder på Færøerne og i Grønland, som svarer til standarden i Danmark, med de særlige fravigelser, der kan begrundes i de færøske og grønlandske forhold."

Víðari stendur: "Regeringen vil i samarbejde med Færøerne og Grønland fortsætte arbejdet med at reducere grænsehindringer."

Klokkan 10 fyrrapartin verður kunngjørt, hvørji 22 fólk skulu manna ráðharrasessirnar í umskipaðu donsku stjórnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155