- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava eina fólkaatkvøðu afturat
Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, John Major sigur, at tað er sakligt høvi at halda enn eina fólkaatkvøðu í Bretlandi um Brexit, og at fólk, sum atkvøddu fyri at vera verandi í ES, eiga ikki at knúskast av meirlutanum.
The Guardian endurgevur John Major fyri at siga, at fólk eiga at verða hoyrd í orðaskiftinum um, hvussu Bretland ætlar at melda seg úr ES-limaskapinum.
Greinin heldur fram niðanfyri
Brexit: Sir John Major says 'perfectly credible' case for second referendum https://t.co/Rcr83kB0WG
— The Guardian (@guardian) November 25, 2016
Fyrrverandi konservativi forsætisráðharrin heldur, at tey 48 prosentini, sum valdu at siga ja til ES, eiga at fáa ávirkan á treytirnar í skilnaðaravtaluni við Brússel.
Hann heldur, at parlamentið og ikki bretska stjórnin, eigur endaligu avgerðina um nýggja avtalu við eftirverandi limirnar í ES, og at "fullgóð og saklig" grund er fyri at halda eina fólkaatkvøðu afturat um hesa avtaluna, skrivar The Guardian.