- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fordøma rakettuppseting
Í áravís hava Russland og Japan stríðst um ræðið á einum oyggjabólki har vesturi í Kyrrahavinum, og nú harmast japanski forsætisráðharrin um, at Russland hevur sett upp rakettir í oyggjunum har.
Shinzo Abe, forsætisráðharri, hevur sambært Reuters sagt við yvirhúsið, at tær fýra oyggjarnar, talan er um, eru japanskt landaøki, og at tað ikki er í lagi, at russar hava sett rakettir upp har.
Diplomatar royna at mýkja støðuna
Ósemjan um ræðisrættin til oyggjarnar er umleið 70 ára gomul, og er eisini grundin til, at Japan og Russland ikki enn hava undirskrivað friðarskjal um, at Seinna heimskríggj formliga er av.
Russiskir fjølmiðlar hava í vikuni borið tíðindi um, at rakettskipanirnar nú eru virknar í oyggjunum har vesturi í Kyrrahavinum.
Diplomatar royna at mýkja støðuna, nú stutt er til toppfund millum Russland og Japan. Fundirnir skulu vera 15. og 16. desember.