Brúkaragjøldini muna væl

Brúkaragjøldini muna væl
Meira enn helvtin av virkseminum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni verður fíggjað við brúkaragjøldum frá kundunum hjá starvsstovuni
Brúkaragjøld frá kundunum fíggja meira enn helvtina av virkseminum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni
 
25.11.2016 - 15:08

Tað, sum verður kallað "vørusøla til almennar stovnar, virksemi og verkætlanir," hevur givið Heilsufrøðiligu starvsstovuni 7,8 milliónir krónur í kassan 10 teir fyrstu mánaðirnar í ár, sæst í einum undirskjali til fíggjarlógaruppskotið fyri 2017.

Góðkenningar í sambandi við útflutning góvu 3,5 millión krónur, eftirlit í sambandi við handilssambandið, ið Føroyar hava við Russland, góða millión krónur, og inntøkur frá eftirliti av dálkingarevnum í laksi 2,1 millión. 

Kommunurnar gjalda Heilsufrøðiligu starvsstovuni 1,6 millión krónur fyri vørur og tænastuveitingar. Kundarnir hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru bæði innan tað almenna og privata, so sum í fiski- og alivinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV