- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stígur komin í samráðingar
Í gjár gavst forkvinnan í Vinstra-grøna flokkinum, Katrin Jakobsdóttir, við royndum sínum at skipa stjórn, og forsetin er kunnaður um støðuna.
Ætlanin var at skipa eina minnilutastjórn saman við nýggja flokkinum Viðreisn, sum skuldi fáa stuðul frá Samfylkingini, Piratunum og Bjartari framtíð.
SÍ EISINI Fimm flokkar samráðast í Íslandi
Vinstru-grønu ætla at hækka skattin til tess at fíggja vælferðina og útbúgvingarmál í Íslandi, men Reuters skrivar, at tað hevur ikki eydnast flokkinum at fáa undirtøku fyri hesum kravi í hinum flokkunum.
- Tað er greitt, at allir flokkar eru ikki sannførdir um at halda fram við samráðingunum. Tí havi eg gjørt av at gevast, sigur Katrin Jakobsdóttir, sambært AFP-tíðindastovuni.
Óvist hvat nú fer at henda
- Eg haldi ikki, at grundarlag er fyri at taka samráðingarnar uppaftur, sigur Katrin Jakobsdóttir, ið hevur kunnað forsetan um støðuna, men í løtuni er ikki greitt, hvussu leikur fer.
Áðrenn forkvinnuni í Vinstra-grøna flokkinum varð litið upp í hendur at skipa stjórn, royndi Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálfstæðisflokkinum, seg sum samráðingarleiðara.
Men noyddist eisini at geva skarvin yvir, tí flokkarnir, hann samráddist við, vóru ósamdir millum annað um fiskivinnupolitikkin og viðurskiftini mótvegis ES.