Brexit merkist í búskapinum

Brexit merkist í búskapinum
Avgerðin, um at taka seg úr ES, fær nú avleiðingar fyri vøksturin í bretska búskapinum. Búskaparvøksturin verður minni enn væntað
Bruttotjóðarúrtøkan í Bretlandi verður 1,4 prosent í ár og ikki 2,2 prosent, sum mett varå. Grundin er Brexit
 
24.11.2016 - 11:47

Philip Hammond, fíggjarmálaráðharri, segði í gjár, at vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í 2017 verður 1,4 prosent. Metingarnar í mars søgdu, at vøksturin fór at verða 2,2 prosent.

Hetta er fyrsta búskaparliga meting síðani fólkaatkvøðuna um Brexit í summar. Meiriluti varð fyri at taka Bretland úr ES.

Sambært fíggjarmálaráðharranum noyðist stjórnin at læna 122 milliónir pund fleiri næstu fimm árini enn væntað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109