- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera skuldsetingar móti henni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/140df3f7196c5e95c2603408902a4dd0.png?itok=0qN0Zvmh)
Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum hevur biðið Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, koma á fund við nevndina mánadagin í næstu viku.
Nevndin viðger spurningin, um hon skal viðgera skuldsetingina hjá andstøðuni um Kristinu Háfoss fyri at halda upplýsingum um komandi Váðaráðið aftur fyri Fíggjarnevndini og Løgtinginum.
SÍ EISINI - Hon helt upplýsingum aftur
Talan er millum annað um eitt bræv, sum Kristina Háfoss fekk frá danska vinnumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, men sum Fíggjarnevndin ikki fekk saman við lógaruppskotinum um Váðaráðið.
Nevndin fekk tó brævið seinni. Landsstýrismálanevndin avgjørdi sjálv at fara í holt við málið. Landsstýrismálanevndin fekk eina rúgvu av tilfari frá Kristinu Háfoss og Fíggjarmálaráðnum um Váðaráðið.
Á fundi í gjár avgjørdi nevndin at geva landsstýriskvinnuni fundarboð næsta mánadag.