- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA ávarar um øktan yvirgangsvanda
Uttanríkisráðið sendi mánadagin út eina dagførda ferðavegleiðing. Vandin fyri yvirgangi í evropeiskum býum økist um høgtíðina, skrivar Ritzau.
- Eftirfarandi kunning gevur ábendingar um, at felagsskapir leggja yvirgangsætlanir til rættis í Evropa um høgtíðina, skrivar uttanríkisráðið í USA.
Fólk skulu vera á varðhaldi
Uttanríkisráðið heitir á amerikanarar, sum fara til Evropa á jólum, um at vísa varsemi, ferðast tey í støðum, har nógv fólk kunnu savnast.
- Amerikanskir ríkisborgarar skulu vera á varðhaldi, tí yvirgangsfólk kunnu leypa á við stuttum skotbrá, ljóðar í ferðavegleiðingini.
Amerikanska uttanríkisráðið sendi út eina líknandi ávaring fyri einum ári síðani. Tá varð ávarað um at ferðast til Keypmannahavnar.