- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarætlanin samtykt: Skatturin lækkar
Fíggjarætlanin samtykt: Skatturin lækkar
Tvøroyrar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2017. Fólk í kommununi kunnu gleða seg til lægri kommunuskatt næsta ár
22.11.2016 - 16:49
Skattaprosentið á Tvøroyri lækkar næsta ár 0,55 prosentstig, úr 22,45 niður í 21,9 prosent. Barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarin ár, 5.000 krónur.
Inntøkur frá persónskatti verða í 2017 mettar til 55,1 millión krónur og inntøkur frá partafelagsskatti 1,5 milliónir krónur, til samans 56,6 milliónir krónur.
Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu eru í 2017 mettar til til samans 73,3 milliónir krónur, íroknað afturbering til eldraøkið. Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 64,4 milliónir krónur.
Avlopið í rakstrinum er sostatt 8,9 milliónir krónur. Íløgur skulu gerast fyri meira enn 16 milliónir krónur, og kommunan noyðist at læna 7,5 milliónir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV