- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj stjórn í eygsjón
Danski forsætisráðharrin fer at samráðast við Liberal Alliance nú fyrrapartin og Konservativa flokkin klokkan hálvgum eitt í dag.
Nýggja stjórnin fer helst at leggja seg eftir lægri vøkstri í almenna geiranum og herdum krøvum til útlendingar, sum vilja til Danmarkar.
Gjalda meira til verjupolitikk
Eisini fara fólkini í Teimum konservativu at krevja, at Danmark setur meira av til verjupolitikk enn landið ger í løtuni.
Danmark skal rinda 19 milliardir krónur meira til NATO fyri at røkka kravinum um tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, skrivar Politiken í dag.
Anders Samuelsen, sum er formaður í Liberal Alliance, verður helst noyddur at víkja frá sínum kravi um skattlætta til tey, ið vinna mest, vænta danskir miðlar.