- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gosfjøll hita ferðavinnuna
Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tað kann ferðavinnan í Ísland í øllum førum ásanna.
Ímeðan flogfør í Evropa vórðu noydd at standa í still, tá Eyjafjallajøkull goysti í apríl 2010, stóð ferðavinnan ikki í stað aftaná.
Stórur vøkstur hevur verið í ferðavinnuni í landinum tey síðstu seks árini síðani Eyjafjallajøkull gjørdi um seg, skrivar tíðindastovan Associated Press.
Talið ferfaldað eftir seks árum
- Vit hálvavegna bíðaðu eftir tí, sigur Thordis Olafsdóttir, ið rekur eina ferðaskrivstovu í Vik, 180 kilometrar eystan fyri Reykjavík, tætt við gosgjallið, Katlu.
Ferðavinnan lá ikki á boðunum eftir at Eyjafjallajøkull gjørdi um seg. Í marknaðarføringini varð millum sagt, at tað er óvist, nær gosfjøll aftur goysa.
Í ár fara til samans 1,8 milliónir ferðafólk at vitja í Íslandi meta myndugleikarnir. Í 2010 vitjaðu bara ein hálv millión ferðafólk Ísland.