- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsætisráðharrin í klønum tráð
- Sigur italska fólkið ikki ja, so leggi eg frá mær.
So avgjørdur er italski forsætisráðharrin, Matteo Renzi, smáar tvær vikur undan fólkaatkvøðuni í Italia, sum verður 4. desember.
Italskir veljarar verða spurdir, um teir taka undir við uppskotinum hjá stjórnini um at gera umfatandi broytingar í italsku grundlógini.
Andstøðuflokkar atfinningarsamir
Sigur italska fólkið ja, verður talan um størstu stjórnarskipanarligu ábøtur í Italia síðani kongsveldið varð avtikið í 1946.
Talan er um broytingar í valskipanini, hvussu nógv vald tjóðartinglimir hava, og hvussu valdsbýtið skal vera millum stat, región og almennar stovnar.
Andstøðuflokkarnir í italska parlamentinum finnast hvassliga at uppskotinum. Verður broytingin framd, gevur tað italsku stjórnini ov nógv vald, siga tey.
Verjir fólkaatkvøðuna
Forsætisráðharrin, Matteo Renzi, heldur hinvegin, at grundlógarbroytingarnar skulu forða fyri, at stígur kemur í politiska arbeiðið.
Búskaparfrøðiligu ráðgevarnir hjá Renzi vilja eisini vera við, at tað verður torført at fáa skil á viðbrekna italska búskapin um broytingarnar ikki verða framdar.
- Verður svarið nei, eri eg noyddur at fara frá hesi óbrúkiligu politisku skipanini, sigur Renzi við italska útvarpið, RTL.
Hetta er triðja fólkaatkvøðan í Italia. Hinar báðar vóru í 2001 og 2006.