Royna at skipa stjórn í Íslandi

Royna at skipa stjórn í Íslandi
Fimm av sjey flokkum í Altinginum hittust aftur klokkan eitt í dag í royndini at skipa stjórn eftir valið 29. oktober
 
20.11.2016 - 15:01

Fimm av sjey flokkum í Altinginum hittust aftur klokkan eitt í dag í royndini at skipa stjórn eftir valið 29. oktober.

Forsetin bað mikudagin Katrínu Jakobsdóttur, forkvinnu í næst størsta flokkinum, teimum Vinstru grønu, um at royna at skipa stjórn.

Hon hevði fund í gjár við allar flokkar uttan teir, sum eru í gomlu stjórnini, Framsóknarflokkin og Sjálvstæðisflokkin.

Hava góðar vónir

Forsetin og Katrín Jakobsdóttir vóru samd um, at tað eigur ikki at ganga alt ov long tíð við at skipa nýggja stjórn.

Semjast teir fimm flokkarnir, hevur stjórnin 34 av 63 tinglimum. Vanliga eru bara tveir flokkar í ríkisstjórnini í Íslandi.

Flokkarnir, sum nú royna at skipa stjórn, hava góðar vónir, og eftir fundin í dag verður møguliga greitt, um tað verður egg ella ungi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109