- Tíðindi, mentan og ítróttur
Merkel heldur fram
Angela Merkel, sterki kanslarin í Týsklandi, hevur í dag boðað floksfeløgum sínum í Kristiliga demokratiska flokkinum, CDU, frá, at hon stillar upp til valið í september ella oktober næsta ár.
Hon fer at boða alment frá tí á tíðindafundi í kvøld. Verður hon afturvald, verður hetta fjórða skeið hennara sum kanslari.
Hon hevur tá sitið líka nógv ár sum Helmuth Kohl í kanslarasessinum. Eingin hevur verið kanslari líka leingi sum Helmuth Kohl.
Borgar fyri støðufesti
62 ára gamla Angela Merkel hevur stýrt Týsklandi síðani 2005.
Tey, sum ógvast og harmast um fyrst Brexit og nú Donald Trump, vónaðu inniliga, at Merkel fór at stilla upp aftur, tí hon borgar fyri støðufesti.
Óført hevur verið gitt um politisku framtíð Merkels. Úr hennara egna flokki eru komnar ymsar fráboðanir. Fyri fáum døgum síðani segði Norbert Røttgen, CDU-politikari, við CNN, at Merkel fór at stilla upp.
Flóttafólkapolitikkurin kostar stuðul
Talsmaðurin hjá týsku stjórnini, Steffen Seibert, skundaði sær at avsanna hetta. Kanslarin fer, sum ofta fráboðað, at boða frá avgerð sínari um uppstilling, tá tíðin er búgvin til tess, segði hann.
CDU hjá Merkel og Kristiliga demokratiska uniónin í Bayern, CSU, eru 10 prosentstig framman fyri kappingarneytarnar í veljarakanningum.
Men Merkel misti nógvan stuðul, tá hon loyvdi 900.000 innflytarum og flóttafólkum at koma til Týsklands í fjør.